Skjøl og skipanir á Tjóðskjalasavninum eru atgongd sambært freistum, ásettar í lógini um skjalasøvn. Vanliga eru freistirnar 30 ella 80 ár. Í summum førum ber tó til at áseta longri atgeingisfreist, um serlig viðurskifti krevja hetta.
30 ár
Atgeingi til vanlig skjøl er 30 ár. Stovnar avhenda vanliga skjøl síni eftir 30 ár, tá tey ikki longur er í brúki hjá teimum í fyrisitingini.
80 ár
Fyri skjøl, ið innihalda persónupplýsingar, er atgeingisfreistin 80 ár.
75 ár
Skjøl hjá Ríkisstovnum í Føroyum, koma undir atgeingisfreistir ásettar í donsku arkivlógini. Har er ásett 75 ár fyri skjøl, sum innihalda persónupplýsingar.
Undantøk frá atgeingisfreistum
Til ber, undir ávísum treytum, at søkja um atgeingi til skjøl, sum ikki eru atgongd, antin til upplýsingar um egin viðurskifti ella til heilt serlig granskingarendamál. Undantøk til atgeingi eru treytaði av, at atlitini til vernd hjá tí einstaka ikki verða brotin. Skrivlig umsókn um atgeingi skal latast Tjóðskjalasavninum á serligum umsóknarblaði umvegis Vangan: Vangin.fo.
Umsøkjarar, ið ikki hava atgongd til føroyska Vangan, kunnu søkja umvegis umsóknarblað, sum er at finna her á síðuni. Samleikaprógv skal leggjast við umsóknini.
