At leita í skjalasavninum

Tað er umráðandi at hava í huga, at skjølini á Tjóðskjalasavninum upprunaliga ikki vórðu skapt til at lýsa ávíst søguligt evni ella ávísar persónar. Flestu skjølini á Tjóðskjalasavninum stava frá almennum økis- og meginfyrisitingarligum stovnum. Tey eru sostatt upprunaliga skapt til nýtslu í fyrisitingarligum høpi. Hetta hevur týdning at hava í huga, tá farið verður undir at leita eftir tilfari.

Tá ið upplýsingar um ávís evni skulu finnast í einum skjalasavni, er tískil týdningarmikið at vita, hvør hevur umsitið øki, sum upplýsingarnar snúgva seg um. Eitt nú vóru tað Fútin, Sýslurnar og Vanlukkutryggingin, ið skrásettu sokallaðu mynstringarnar (tryggingarskjøl) fyri manningar á skipum til uml. 1988. Tí eru mynstringar at finna í teimum skjalasøvnunum.

Journalskipanin er eitt hent 
amboð ísv. leiting

Tað er eisini umráðandi at hava í huga, at flestu almennu stovnar, sum hava avhendað teirra skjøl, hava eina journalskipan (eitt leitiamboð), ið skjølini eru skrásett eftir. Ein journal er eitt fyrisitingarligt hjálpiamboð, har øll inn- og útgangandi skriva, innanhýsis viðtøkur v.m., ið hava týdning fyri málsviðgerðina hjá stovnum, verða skrásett dagliga. Ein journal er tí eitt sera hent og umráðandi amboð í samband við gransking og leiting í skjalasavninum. Tí kann eisini verða gott at byrja sína leiting 

Gotisk handskrift

Sokallaða gotiska handskrift varð nýtt fram til umleið 1875. Hon er øðrvísi enn tann vit kenna í dag. Tískil er neyðugt hjá teimum, ið ynskja at arbeiða við handskrivaðum upprunakeldum frá fyri 1875 at læra seg gotiska handskrift. Umsitingarlig skjøl vórðu skrivað við hond til fyrst í 20. øld. Prentað gotisk skrift er einfaldari at læra seg enn tann bylgjuta gotiska handskriftin.

Ættargransking

Ættin hjá teimum flestu finst í Ættarbandsskránni, sum er tøk hjá øllum á Vanganum. Tað ber tó til at gera neyvari gransking á Tjóðskjalasavninum í samband við ætt tína. Týdningarmestu keldurnar til ættargransking eru m.a. kirkjubøkur, fólkateljingar og skiftiprotokollir.