Heimlán av avhendaðum skjølum
Almennir stovnar kunnu lána skjøl heim á stovnin, sum tey sjálvi hava avhendað. Hetta verður í vanligari talu nevnt heimlán. Lánitíðin er í mesta lagi 3 mánaðir.
Stovnar kunnu lána skjøl, sum hava við teirra virksemi at gera og frá stovnum, hvørs virksemi stovnurin heilt ella partsvís hevur yvirtikið.
Umbøn um heimlán verður send Tjóðskjalasavninum í minsta lagi 3 yrkadagar, áðrenn skjølini skulu brúkast.
Starvsfólk á Tjóðskjalasavninum kunnu hjálpa við at finna einstøku skjøl fram. Skjølini verða heintað og latin inn aftur á Tjóðskjalasavninum, V.U. Hammershaimbsgøta 18.
