Lógarásetingar, reglur og avtalur
Virksemið hjá Tjóðskjalasavninum er stýrt av ymiskum lógum og reglum.
Grundleggjandi virkar stovnurin sambært løgtingslóg um skjalasøvn (1992/2018). Eisini eru aðrar reglur (lógir/kunngerðir/avtalur), sum hava ávirkan á virksemi stovnsins. Nevnast kann dansk-føroyska arkivavtalan (1990) og danska arkivlógin, sum bæði virka sum karmar fyri varðveiting av tilfari frá ríkisstovnum í Føroyum. Og síðani er eisini kunngerð um avhending av talgildum (kt-) skjalasavnsútgávum (ávegis), sum ásetur neyvari reglur fyri varðveiting av talgildum tilfari.
Á hesu síðu liggja leinkjur til týdningarmestu lógar- og regluverk.