Fyrispurningar
Vanliga gera fólk sjálvi kanning á skjalasavninum, antin í goymslutilfari umvegis lesistovu okkara, ella í tilfari, sum finst á heimasíðuni (skanningar).
Hevur tú fyrispurning um ávís skjøl, sum tú ikki sært í yvirlitum okkara, ella um serlig evni, hendingar ella persónar, ber til at senda fyrispurning beinleiðis her á síðuni. So kunnu vit kannað, um slíkt tilfar finst hjá okkum.
Tað er ókeypis at sleppa framat tilfari Tjóðskjalasavnsins, um tú sjálv/ur gert leitingar- og granskingararbeiði. Skulu starvsfólk Tjóðskjalasavnsins gera leiti- og granskingarbeiði fyri teg, kunnu gjøld verða løgd á. Eisini verða gjøld áløgd fyri kopiering/skanning (sí prísir til høgru).
Tað er umráðandi at greiða so neyvt frá, sum til ber, hvat fyrispurningurin snýr seg um. Best er at vita hvørji skjøl talan er um ella hvønn uppruna skjølini hava, t.d. um skjølini finnast í tinglýsingini, frá Vanlukkutryggingini, frá prestagjøldunum, frá amtinum/ríkisumboðnum e.l. - Um tú ikki veitst hvørji skjøl tú ynskir at síggja, so eigur tú at greiða nærri frá, hvat slag av upplýsingum tú ynskir at finna, t.d. føði-/deyðsdato ella upplýsing um jørð e.l. Í seinna førinum er neyðugt at geva so neyvar upplýsingar sum gjørligt, t.d. dato, árstøl, nøvn o.s.fr. - Jú fleiri (neyvir) upplýsingar, tess betri.
Vanliga tekur nakrar dagar at avgreiða ein fyrispurning. Um serlig leiting/kanning skal gerast, kann tað taka longri tíð.
GG: Summi skjøl koma undir serligar reglur um atgeingi. Í slíkum førum er neyðugt at senda inn serliga umsókn, fyri at vita um til ber at fáa atgeingi.
