Tjóðskjalasavnið tekur ímóti privatum pappírs- og kt-skjalasøvnum, um tey verða mett at varðveita fyri eftirtíðina. Hetta kunnu eitt nú vera skjøl frá virkjum, vinnuligum feløgum, áhugafeløgum, átrúnaðarligum felagsskapum, arkitektum og privatum persónum. Avhendingin er sjálvboðin og vanligt er, at avhendarin vendir sær til Tjóðskjalasavnið.
Privat skjøl fyri Suðuroynna kunnu avhendast Tvøroyrar skjalasavni, og privat skjøl fyri Norðoyggjar kunnu avhendast Norðoya Fornminnissavni.
Hvat er eitt privat skjalasavn?
Eitt privat skjalasavn inniheldur serstakt tilfar, sum almennu myndugleikar ikki hava. Skjalasøvnini eru skapað ella fingin til vega av virkjum, áhugafeløgum, felagsskapum, rørslum, privatpersónum og øðrum.
Innihaldið kann vera kunningarberandi tilfar í pappírsformi ella í talgildum formi. Tað kann vera tilfar sum til dømis brøv, teldupostar, ljóðupptøkur, mál ella dátur í dátugrunnum.
Prentað/útgivið tilfar og lutir eru ikki at rokna sum skjøl, og skulu ikki latast Tjóðskjalasavninum. Yvirskipaðir roknskapir kunnu varðveitast, men ikki vanlig bókhaldsskjøl, kvittanir o.tíl.
Dømi um privat skjalasøvn
- Arkitektar
- Advokatvirki
- Handlar og virkir
- Politisk áhugafeløg
- Skipsdagbøkur
- Privat og persónligt brævaskifti
