Almennir myndugleikar
Hava skyldu at boða Tjóðskjalasavninum frá áðrenn tey taka í brúk nýggjar skrásetingarskipanir, t.d. journalskipanir, TMSH-skipanir ella fakskipanir, ið innihalda ella viðgera dátur. Boðast skal eisini frá, tá broytingar henda í verandi skipanum. Hetta skal gerast, fyri at tryggja at hesar skipanir framyvir kunnu avhendast Tjóðskjalasavninum í so góðum standi, at tað ber til at langtíðarvarðveita tær.
Tjóðskjalasavnið eigur eisini at fáa fráboðan tá farast skal undir at talgilda (skanna) eldri pappírsskjøl v.m., fyri at flyta tey yvir í eina kt-skipan. Og harumframt eiga ætlanir um nýggj skjalasavnshøli (goymslur), at leggjast fyri Tjóðskjalasavnið.
Niðanfyri eru leinkjur til ymisk sløg av fráboðan:

