Á Tjóðskjalasavninum eru varðveitt savnsskjøl frá øðrum veraldarbardaga. Savnsskjølini snúgva seg m.a. um minur, myrkalegging, siglingarleiðir, vøruútflutningur o.a.
Krígsdagøkur hjá bretska hervaldindum kunnu síggjast á heimasíðuni nielsjuel.fo
Øll savnsskjøl viðv. hernaðarlig mál (hermenn, fremmand skip, álop o.a.) eru varðveitt í Bretlandi (National Archives)
Eitt arvaskiftið/deyðsbúgv gevur upplýsingar um ein, sum er deyður og um, hvør skal arva viðkomandi.
Skiftiprotokollir frá 1701 til 1904 eru tøkar á history.fo. Frá 1904, og fram til uml. 1991, eru arvaskiftir/deyðsbúgv at finna í savninum hjá Sorinskrivaranum á Tjóðskjalasavninum.
Arvaskiftir/deyðsbúgv, ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.
Ein deyðsváttan inniheldur upplýsingar um nær og hvar ein persónur er deyður, og hvør deyðsorsøkin er. Eisini er skrásett navn, heimstaður og føðidato.
Deyðsváttanir fyri Føroyar eru varðveittar á Ríkisskjalasavninum í DK.
- Arkivalieronline (Færøerne) fyri tíðarskeiði 1879 – 1944
- Frá 1944 – 1971 er neyðugt at søkja um atgeingi (Daisy)
- Ríkisskjalasavnið (Vegleiðing)
Deyðsváttanir eru skipaðar eftir árstali og læknadømi.
Endamálið við einum faðirskapsmál er at staðfesta, hvør pápin er at einum barnið, sum er føtt uttanfyri hjúnalag. Skjøl um hetta er at finna í sýslunum, fútanum, sorinskrivaranum og ríkisumboðnum/amtinum.
Í 1937 kom lóg um at børn fødd uttanfyri hjúnalag m.a. høvdu arvarætt til pápa sín - Lov nr. 131 af 7. Maj 1937 om Børn uden for Ægteskab. Lógin varð sett í gildi í Føroyum 1. januar 1938. Frá 1938 er tískil oftast eitt faðirskapsmál at finna fyri børn fødd uttanfyri hjúnalag.
Fyri 1937 (í FO 1938) er tað ikki altíð so. Faðirskapurin skuldi staðfestast, um móðurin kravdu uppihaldsgjald fyri barnið, men um hon ikki kravdi pening (Alimentation), er ofta onki mál um faðirskapin.
Faðirskapsmál ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.
Ein kirkjubók, ella ministerialbók, inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um persónar viðv. føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð.
Allar høvuðsministerialbøkurnar, ið eru avhendaðar til Tjóðskjalasavnið, eru skannaðar og tøkar á history.fo.
Fyri upplýsingar úr kirkjubókum, ið ikki finnast har, er neyðugt at venda sær til Fólkakirkjuna.
At mynstra, er at taka við starvið umborð á tí skipi mynstra verður við. Skiparin skal hava eftirlit við at teir persónar ið mynstra lúka tær treytir ið lógin ásetur viðvíkjandi aldur, heilsu og førleikar.
Sjómenn mynstraðu hjá sýslumonnunum og øðrum góðkendum støðum kring landið, í Tórshavn bleiv mynstrað hjá Fútanum.
Fútin/Sýslurnar:
Mynstringaprotokollir hjá Fútanum eru hondskrivaðar og eru frá 1902 til uml. 1959. Sýslurnar hava eisini hondskrivaðar listar/protokollir yvir mynstringar, men tað er ymiskt frá sýslu til sýslu, hvussu væl hetta tilfarið er varðveitt.
Vanlukkutryggingin:
Mynstringarlistarnir hjá Vanlukkutryggingini byrja uml. 1923, og fevna hesir um alt landið. Hesir listar eru í mongum førum maskinskrivaðir. Tá Færøernes Ulykkeforsikring (Føroya Vanlukkutrygging) bleiv stovnað tann 24. juli 1925, varð álagt kommunustýrunum at geva vanlukkutryggingini upplýsingar um, hvørjir tryggingarskyldugir persónar vóru í viðkomandi kommunu. Sostatt var frá 1927, eitt fullfíggjað yvirlit yvir tryggingarskyldugar fiskimenn til taks sum grundarlag fyri innheintan av sjálvstryggingum teirra.
Á Tjóðskjalasavninum finst nógv tilfar viðvíkjandi sjóvinnu:
- Mynstringar eru at finna í søvnunum hjá ávikavist Vanlukkutryggingini, Fútanum og sýslunum.
- Skipa- og bátaskráseting eru at finna í savninum hjá Fútanum (í summum førum eisini hjá sýslunum).
- Strikað skip eru at finna í savninum hjá Fútanum.
- Skipsdagbøkur eru aloftast at finna í søvnunum hjá Fútanum og sýslunum, og í privatum søvnum. (Skipsdagbøkur koma undir almennar atgeingisreglur, sí lógir og reglur.)
- Sjóforhoyr/frágreiðingar eru at finna í søvnunum hjá ávikavist, Sorinskrivarinum, sýslunum, Fútanum og Færø Amt. (Sjóforhoyr ið eru yngri enn 80 ár koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.)
Í sambandi við tinglýsing verða allar heimildir og rættindi til fastogn førdar í skeyti- og pantiprotokollir. Tær fevna um keypssáttmálar, skeytir, servituttir, pantubrøv, arvaavkannan, festibrøv og leigu- og haldsáttmálar.
Á Tjóðskjalasavninum finnast tinglýsingar fram til 1965. Nýggjari tinglýsingar eru at finna hjá Tinglýsingini.
Fyri at finna tinglýsingina av einum skjali, er neyðugt at vita dagfestingina fyri tinglýsingini og loypinummari á tinglýsingini
Upplýsingar um dagfesting og loypinummar fæst frá Tinglýsingini við at upplýsa matrikulnummar.