Skip to main content

Søga

Tjóðskjalasavnið

OKKARA SØGA

Elstu skjølini á Tjóðskjalasavninum eru frá endanum á 1200-talinum. Elsta røðin av samanhangandi skjølum eru tingbøkurnar, vártingsbøkurnar og løgtingsbøkurnar, sum byrja í 1615, og ganga heilt fram til 1816.
Umframt stóru goymslurnar við pappírsskjølum, er Tjóðskjalasavnið fari undir at varðveita (føddar) talgildar skipanir og skjøl.

Tíðarlinja

19, June

2018

Landsskjalasavnið verður til Tjóðskjalasavnið. Løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl frá 2018 hevur við sær, at skjalasavnslógin nú eisini fevnir um talgild savnindi.

05, August

2016

Landsskjalasavnið fer undir talgilda varðveiting grunda á 'flytingarháttin'. Talgilda varðveitingin ber við sær, at stovnurin mennir testverkstað og KT-goymslur til endamálið.

26, January

2014

Føroyar (landstýrisfólkið í mentamálum) skriva undir alheims yvirlýsing í Reykjavík, sum sigur, at skjalasøvn hava ein serligan leiklut í nútímans samfelagnum.

05, August

2011

Frá januar 2011 til februar 2017 er táverandi Landsskjalasavnið partur av stovninum Søvn Landsins. Hetta er ein yvirskipað fyrisiting av søvnum undir Mentamálaráðnum.

22, January

2010

Skjalasavnið upprættar serliga heimasíðu (www.history.fo), við nærum 50.000 skanningum av mest brúktu skjølunum. Hervið økjast vitjanartølini øgiligt.

22, January

2009

Landsskjalasavnið viðmælir serliga 'flytingarháttin' (migrerings-háttin) sum strategi fyri varðveiting av talgildum tilfari í Føroyum.

22, January

2007

Landsskjalasavnið ger avtalu við danska Ríkisskjalasavnið, um karmar fyri afturbering úr Danmark, av føroyskum skjølum. Samstundis verða fleiri skjøl deponeraði í Føroyum, m.a. 'Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782' eftir Jens Christian Svabo.

22, January

2006

Avtalað gjørd við Ílegusavnið, um gerð av Ættarbandsskránni, sum síðani varð viðlíkahildin og ment á skjalasavninum.

11, September

1990

Formlig avtala verður gjørd um skjøl hjá ríkisstovnum í Føroyum. Skjøl hjá ríkisstovnum í Føroyum skulu nú avhendast Landsskjalasavninum. Ein treyt er, at Føroyar fáa somu skjalasavnslóggávu sum í Danmark. Henda lóg kemur í gildi í 1992 við løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn.

11, September

1984

Fyrisitingin á Landsskjalasavninum flytur í gomlu postmeistarahúsini á Debesartrøð. Landsskjalasavnið hevur í dag eisini onnur høli til sítt virksemi.

11, September

1974

Goymsla, lesistova og fyrisiting hjá Landsskjalasavninum flyta inn í høli á V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn (Debesartrøð). Hetta merkir m.a. serlig goymsla, bygd til langtíðarvarðveiting av pappírsskjølum.

05, August

1952

Færø Amts Arkiv verður til Føroya Landsskjalasavn og samstundis ein føroyskur stovnur.

05, August

1932

Skjalasavn verður sett á stovn í Føroyum við heitinum Færø Amts Arkiv. Tey fyrstu 20 árini er føroyska skjalasavnið ein ríkisstovnur.

11, September

1928

Stig verða tikin til at byggja hús til Færøe Amts Bibliotek, Forngripafelagið og Færø Amts Arkiv. Flutt verður inn í nýggju húsini í 1932.

18, April

1904-32

Málið um afturbering av føroysku skjølunum og stovnan av skjalasavni í Føroyum, verður tikið upp millum Føroyar og Danmark.

26, January

1899

Skjølini frá Leigubúðini verða flutt á Ríkisskjalasavnið í Danmark.

05, August

1859

Nøkur skjalasøvn verða miðsavnað í gomlu Leigubúðini í Havn, tá hon verður innrætta til fútaskrivstovu og skjalasavn hjá fútanum. Henda loysnin heldur í 40 ár.

05, August

16.-18. øld

Í tíðarskeiðinum 16.-18. øld varðveita myndugleikar hvør í sínum lagi tey skjøl, ið hoyra til teirra savn. Eldri frásagnir benda á, at skjøl eru varðveitt í Føroyum síðani miðskeiðis í 16. øld.

Almenn søvn á Tjóðskjalasavninum

  • Føroya Landsstýrið
  • Føroya Løgting 
  • Landfútaembætið Sorinskrivaraembætið 
  • Skúlamyndugleikar 
  • Sýslur
     

Privat søvn í varðveitslu

  • Einstaklingar 
  • Fakfeløg 
  • Handilssøvn 
  • Politiskir felagsskapir Ítróttafeløg 
  • Peningastovnar 
  • Tryggingarfyritøkur