Tjóðskjalasavnið tekur ímóti granskingardátum bæði frá almennum og privatum granskingarverkætlanum. Dáturnar skulu fráboðast, tá ið liðugt er at savn dáturnar inn. Fráboðanin kann vera á føroyskum ella enskum.
Mannagongd
- Fyll oyðublaðið út (sí niðanfyri) og send skjalafesting av skipanini við.
- Dáturnar skulu fráboðast, tá ið liðugt er at savn upplýsingarnar inn.
- Fráboðanin kann vera á føroyskum ella enskum
- Tjóðskjalasavnið váttar fyri móttøku við at senda eina kvittan
- Um okkurt er ógreitt í fráboðanini, ella nærri frágreiðing er neyðug, setir Tjóðskjalasavnið seg í samband við sendaran
- Tjóðskjalasavnið ger av, um dáturnar skulu avhendast í eini skjalasavnsútgávu og setir seg í samband við granskaran ella annað kontaktfólk við nærri kunning um avhendingarmannagongd o.a.
- Vegleiðing á donskum um fráboðan og avhending av granskingardátum kann lesast her: https://www.rigsarkivet.dk/aflever-data/for-dig-der-skaber-forskningsdata/
Skráseting og fráboðan av granskingardátum
Tað er eitt gott hugskot, tíðliga í verkætlanartíðarskeiðnum, at hugsa um, hvussu tú skalt handfara tínar granskingardátur– helst longu í sambandi við umsókn um fígging.
Ein dátuleiðsluætlan kann hjálpa tær at halda skil á tínum dátum í allari gongdini, og fær teg at umhugsa týdningamiklar spurningar í sambandi við handfaringina.
Mælt verður til, at tú gert tín “dátumanagementplan”, longu áðrenn tú fert í gongd verkætlanina, og síðan at dagføra ætlanina javnan gjøgnum alt verkætlanartíðarskeiðið.
Datamanagementpolitikkur
Tjóðskjalasavnið mælir til, at granskingarstovnar seta upp meginreglur fyri varðveiting av dátutilfari, ið stovnurin savnar inn, orðaðar í einum “dátumanagementpolitikki”.
Ein “dátumanagementpolitikkur” skal hugsa um fleiri ymisk viðurskifti. Les tilmælini til ein “dátumanagementpolitikkur” í breddanum til høgru.
Tjóðskjalasavnið skal hava fráboðan um almennar granskingardátur, áðrenn avhending kann fara fram.
Endamálið við fráboðanini er, at Tjóðskjalasavnið kann meta um, hvørt dátur og skjalfesting av dátunum skulu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.
Fráboðan um privatar granskingardátur kann eisini sendast Tjóðskjalasavninum, um ynski er um, at hesar verða varðveittar á Tjóðskjalasavninum.
Tjóðskjalasavnið ger síðani eina meting um, hvørt dáturnar kunnu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.
- - Dáturnar verða tryggjaðar móti tøkniligari elli
- - Freistirnar um striking av persónsupplýsingum, sbrt. persónsupplýsingarlógini, verða hildnar
- - Trygd fæst fyri, at dátur kunnu brúkast aftur í framhaldandi viðgerð ella í nýggjari gransking
Web-Skeið fyri granskarar, kt-starvsfólk og onnur áhugaði í ASTA – dátuúttøkuamboðnum til statistikfílar/hagtalsfílar - Fyrilesturin hjá Christian Babiarz Madsen um ASTA forritið til hagtals- og granskingardátur (05.11.2021)

