Almennir myndugleikar
- Hava skyldu til at boða Tjóðskjalasavninum frá ætlanum um at talgilda pappírsskjøl, sum síðani skulu burturbeinast.
- Hava skyldu at boða Tjóðskjalasavninum frá um skanning og talgilding fer fram, við at fylla fráboðanaroyðublað út her á síðuni og senda inn.
Pappírsskjølini mugu ikki verða koyrd burtur, fyrr enn Tjóðskjalasavnið hevur góðkent.
Skjølini eiga at verða skannað í TIFF-sniði, ið er góðkent snið til langtíðarvarðveiting.
Er ivi um, hvørt skjøl hava varðveitingarvirðið, setið tykkum í samband við Tjóðskjalasavnið. - Til ber eisini at lesa meira um vraking av skjølum.
Tjóðskjalasavnið kann gera skanningaruppgávur fyri myndugleikar ímóti samsýning.

