Sjórænarar í Vestmanna – søga ella myta(?!)
Í útvarpsdokumantari verður gomul grøv í Vestmanna knýtt at søgu um sjórænarabardaga í 1615.
Partur av søguni er grundaður á elstu varðveittu tingbókina frá 1615 til 1654. Finnur Koba hevur tí m.a. verið á Tjóðskjalasavninum og kannað málið nærri.
Hann tosaði við Sámal Trónd Johansen, stjóra á Tjóðskjalasavninum, um, hvat stendur í Tingbókini, og um hvat hann heldur um søgurnar í Vestmanna.
Hoyr nærri um søgu, keldur og viðmerkingar her.

Finnur Koba kannar elstu tingbókina á Tjóðskjalasavninum.
Í tingbókini stendur, at fýra vestmenningar vórðu kallaðir til Havnar á Ólavsøku í 1616 at vitna.