Verkstaður til kt-langtíðarvarðveiting
Tjóðskjalasavnið hevur nú fingið verkstað til talgilda varðveiting.
Framyvir verður gjørligt at nároyna (testa) talgildar avhendingar, áðrenn tær verða góðkendar til langtíðarvarðveiting.
René Mittå, serráðgevi á danska Ríkisskjalasavninum, var í Føroyum í januar í ár og setti verkstaðið upp saman við Pouli Simonsen og Honnu Christiansen, sum bæði skulu arbeiða á verkstaðnum.
“Hetta er eitt sera týdningarmikið stig á leiðini til at hava talgilda varðveiting í Føroyum”, sigur Sámal Tróndur Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. “Nú vantar bert at menna førleikarnar á verkstaðnum, so er talgild langtíðarvarðveiting ein veruleiki í Føroyum.”

René greiðir frá. Poul og Hanna lurta.

Slúsa kannar avhending fyri virus og framleiðir arbeiðskopi.

Framleiðsluverkstaðurin, sum kann framleiða 3 ymisk sløg av kopi til langtíðarvarðveiting. DEA, ODA og LTO.

Hanna og Poul læra um ADA-standard nároynd (test).

René og Sámal Tróndur við Múlafoss í Gásadali.

René og Poul við Múrin í Kirkjubø.