Seinast dagført: 16-11-2022
Indberetninger
Ein av uppgávunum hjá sýslumonnunum var at skriva frágreiðingar um støðuna í sýslunum.
Frágreiðingarnar komu í fastu legu eftir amtsordra frá 1830. Í frágreiðingunum greiddu sýslumennirnir frá um heilsustøðuna í sýsluni, seyðahald, fiskiskap o.t.
Rolf Guttesen hevur transkriberað brot úr frágreiðingunum frá sýslumanninum fyri Norðoya sýslu 1778-1830 og frá øllum sýslum frá umleið 1876-1904.
Í skjølunum Dokumentatión er nærri greitt frá um innihald og hvussu arbeiðið er lagt til rættis.