Skráseting og varðveiting av pappírsskjølum
Ein høvðusuppgáva Tjóðskjalasavnsins er at tryggja, at tey savnsskjøl, ið eru avhend verða varðveitt á tryggum goymslum og á slíkan hátt, at tey kunnu vera tøk hjá myndugleikum og almenningi í óavmarkaða tíð.
Almennir stovnar skulu avhenda skjøl síni til Tjóðskjalasavnið í seinasta lagi, tá tey eru 30 ára gomul.
Tað áliggur øllum almennum stovnum, bæði landsstovnum, ríkisstovnum í Føroyum, kommunum og kommunalum felagsskapum at hava skil á og varðveita øll skjøl, sum eru nýtt í dagligu fyrisitingini.
Tá skjøl verða avhendað, fer tað fram eftir nærri ásettum reglum.
Tjóðskjalasavnið setur krøv til, hvussu almenn skjøl verða varðveitt, meðan tey enn eru á stovnunum. Sí reglur og vegleiðingar.
Tjóðskjalasavnið hevur eftirlit við, at skjølini eru trygt varðveitt, áðrenn tey verða avhendaði.
Einki má beinast burtur uttan við loyvi frá Tjóðskjalasavninum. Sí lógir og reglur.
Avhendandi myndugleikin hevur altíð ábyrgdina av, at allar praktiskar uppgávur í sambandi við avhendingina verða framdar sambært kravseting frá Tjóðskjalasavninum.
Um fyrireikandi arbeiðið ikki er gjørt í samsvari við kravfestingarnar hjá Tjóðskjalasavninum, kann Tjóðskjalasavnið áleggja avhendandi myndugleikanum at fáa hetta gjørt, ella lata arbeiðið verða gjørt fyri myndugleikans rokning.
Neyvari vegleiðingar finnast í vinstra bredda
Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, ið ikki eru umrøddir í omanfyri nevndu vegleiðingum, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
Samband:
Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú ynskir fleiri upplýsingar víðvíkjandi avhendan, skráseting og varðveiting av pappírsskjølum:
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- skjalasavn@skjalasavn.fo
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.